TF Holding hevði eitt gott ár í fjør!
Tað staðfestir samtakið í tíðindaskrivi beint nú. Og tey leggja afturat, at útlitini fyri í ár eru eisini góð.
Úrslitið í fjør var eitt avlop á 141 milliónir krónur eftir skatt og fyri skatt var úrslitið 174 milliónir krónur.
Í hesum sambandi leggja tey afturat, at nettoinntøkur av rentum og ómaksgjøldum 353 milliónir krónur.
Tey vísa á, at Eik Banki hevði 101 milliónir í avlopi eftir skatt í fjør og tað eru 10 milliónir minni enn í 2013, og tað var sum væntað.
- Úrslitið er gott, tá ið havt verður í huga, at kappingin millum peningastovnarnar er hørð bæði í samband við vinnulívið og á sethúsamarknaðinum.
Tryggingarfelagið Føroyar hevði sjey milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Saman við endurtryggingarvirkseminum var samlaða avlopið 13 milliónir krónur og tað eru einar 24 milliónir krónur minni enn í 2013.
Tað verður tó mett at vera nøktandi, tá havt verður í huga, at príslækkingar í 2013 høvdu fullan virknað í 2014, siga tey í TF Holding.
Betri pensjón hevði góðar fýra milliónir krónur í yvirskoti eftir skatt í fjør. Tað eru fýra milliónir meira enn í 2013 og er besta úrslitið nakrantíð.
- Íløguparturin í samtakinum gav eitt avlop á umleið 23 milliónir krónur. Íløguvirksemið verður í størsta mun rikið í móðurfelagnum og dótturfeløgunum TF Íløgur og TF Ognir. Úrslitið er nøktandi og samsvarar við rakstrarætlanina fyri árið, siga tey í tíðindaskrivinum.
Tey vænta eisini, at búskaparliga framgongdin, sum byrjaði í seinnu helvt í 2014, fer at síggjast aftur í eini øktum virksemi hjá samtakinum í 2015. Men tey vænta eisini, at herda kappingin á láni- og tryggingarmarknaðinum fer at ávirka raksturin.
Í ár vænta tey, at avlopið verðurímillum 70-110 milliónir krónur fyri skatt.