– Vinnan mist týdningarmiklan viðleikara?
Soleiðis skrivar fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu í lesarabrævi, har hon brisklar Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fyri einki at gera við støðuna, nú »ágangurin á vinnu í Klaksvík« er so stórur:
– Vandamiklu avleiðingina av at sita bæði á løgtingi og sum borgartjóri síggja vit nú enn einaferð. Ein býráðsleiðsla, ið handlingslammað, stillisliga heldur undan áganginum á vinnuna í Klaksvík. Altíð hevur Klaksvíkar Býráð verið ein sjálvsagdur og týdningarmikil viðleikari hjá vinnuni, hetta tykist broytt við sitandi býráðsleiðslu, skrivar Gunvá við Keldu.
Men hetta vil borgarstjórn í Klaksvík ikki hava sitandi á sær. Hann svarar aftur við at siga, at Gunvá við Keldu dugir best at sita og peika og grenja um tað, sum onnur gera.
– Ein lygn kann sigast túsund ferðir men er framvegis lygn, sigur borgarstjórin og heldur fram:
– Við Gunvá við Keldu sum dominerandi er Fólkaflokkurin í Klaksvíkar býráð blivin ein flokkur, sum lítið og einki skapar sjálvur, men dugir best at peika og grenja um tað, sum onnur skulu gera ella ikki gera, og nú tað gongur væl hjá okkum í meirilutanum at byggja ein spennandi bý, ja so roynir býráðslimurin at flyta fokus yvir á landspolitikk og enntá at spreiða lygnir um undirritaða.
Les viðmerkingina hjá Gunvá við Keldu VIÐ AT TRÝSTA HER
Lesið svarið frá Jògvani Skorheim VIÐ AT TRÝSTA HER