Tað vakti ans, tá nólsoyingar eina náttina herfyri brúktu ein alternativan flutningshátt til at fáa eitt høsnarhús úr Kaldbak til Nólsoyar.
Í staðin fyri at taka húsið upp í ein lastbil í Kaldbak, koyra tað til Havnar og umborð á Ternuna, sum síðan flutti tað út til Nólsoyar, so tóku nólsoyingar bara og sleipaðu tað á viðráki úr Kaldbak til Nólsoyar.
Í kvøld er høsnarhúsið so tikið upp á turt og er komið at standa á einum felagsøki nærindis matvøruhandlinum í bygdini.
Á myndunum, sum liggja á facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá - sæst høsnarhúsið, sum liggur á sjónum og síðan, tá tað er komið inn á felagsøkið at standa.