Hørður og liðfelagarnir leiktu aftur javnt

AB hevur enn fyrsta sigurin til góðar í triðbestu donsku fótbóltsdeildini

Hørður H. Askham var aftur við frá byrjan í dag, tá hann og liðfelagarnir í AB tóku móti Brabrand á heimavølli í Gladsaxe í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

AB mátti aftur í dag taka til takkar við javnleiki. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.

 

Brabrand kom á odda tá ein hálvur tími var leiktur. Niðurlendski Tim Freriks javnaði fyri AB miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

AB hevur tvey stig fyri tveir dystir, og er nummar níggju í deildini.

 

Komandi fríggjakvøld tekur AB móti HIK á leikvøllinum í Gladsaxe.