Hørður Askham og liðfelagarnir í AB tóku fyrr í dag móti oddaliðnum, Esbjerg í dysti í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Hørður og liðfelagarnir sum vóru ósigraðir undan dagsins dysti tap taptu greitt 0-3. Esbjerg var á odda 1-0 í steðginum.
AB er nummar seks í deildini við seks dystum aftaná ein sigur, tríggjar javnleikir og eitt tap.
Esbjerg er greitt oddalið við 15 stigum.
AB stendur til at hava útidyst móti Roskilde komandi fríggjakvøld, men tað verður so uttan Hørð, ið skal ferðast til Pólands saman við føroyska landsliðshópinum.











