Hørður og AB sendu Gilla og Vejle úr steypakappingini

Gilli R. Sørensen brendi í brotssparkskappingini

Hørður H. Askham og liðfelagarnir í AB, ið spælir í triðbestu framdu í kvøld eitt satt bragd í áttandapartsfinaluni í donsku steypakappingini.

 

AB megnaði at senda Gilla R. Sørensen og liðfelagarnir á superligaliðnum, Vejle úr donsku steypakappingini aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.

 

Gilla var millum teir sum brendu hjá Vejle.

 

Emiliano Gomez legði AB á odda longu í 17. minutti. Tað skuldi eitt sjálvmál til áðrenn Vejle megnaði at javna tá 77 minuttir vóru leiktir av vanligu leiktíðini.

 

Í longdu leiktíðini kom einki mál, og so kom brotssparkskappingin har AB úr triðbestu deildini megnaði at fremja steypasensjasjónina við at vinna brotssparkskappingina 3-2.

 

Hjá heimaliðnum eru tey ovurfegin, meðan skelkurin er stórur í Vejle. 

 

Undan dystinum segði Hørður í stuttari viðmerking til in.fo: "Tað verður spennandi at spæla ímóti einum superliga-liði, og síggja hvussu støðið hjá teimum er. Eg gleði meg serliga at spæla ímóti Gilla. Eg havi góðar vónir um eina sensasjón, tí eg rokni við at vit kunnu "matcha" teir rættiliga væl, tí vit hava eitt fysiskt sterkt lið, og so spæla vit eisini á heimavølli." Og rætt fekk Hørður. 

 

Hørður var skiftur út tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.