Hørður leingir við B36

B36 hevur longt um sáttmálan við U21-landsliðsleikaran

Í kvøld boðar B36 frá, at tey hava longt um samstarvið við Hørð Askham.


Hørður, sum í gjárkvøldið spældi við føroyska U21-landsliðnum móti Týsklandi, hevur í ár spælt seg til fast pláss í miðverjuni hjá B36.


Sambært b36.fo er sáttmálin við Hørð Askham galdandi fyri 2014.


Hørður Askham hevur saman við Robert Heðin Brockie og Martin Pedersen mannað miðverjuna hjá B36 í ár, sum er tann verjan í landinum, sum sambært hagtølunum er tryggast. Einans HB hevur latið færri mál í gjøgnum enn B36, har bólturin er farin í mál 33 ferðir samanborið við 30 hjá HB.


Hørður Askham er 19 ára gamal og hevur hann spælt fýra dystir á U21-landsliðnum.