Hörður latin týskum felagi

Íslendski strikuspælarin, Hörður Fannar Sigþórsson, spælir ikki longur við Kyndli.

Tað var fyrst í oktobur-mánaða, at íslendski strikuspælarin hjá Kyndli, HörðurFannar Sigþórsson, fór til Týsklands at royndarvenja við EHV Aue, sum spælir í næstbestu deildini.


Tað vísti seg skjótt, at EHV Aue, sum manglaði ein strikuspælara, var ógvuliga áhugað í at fáa fatur á Hörði, og hava EHV Aue og Kyndil síðani samskift um eitt møguligt skifti.


Nú er skiftið komið undir land. 32 ára gamli Hörður Fannar Sigþórsson spælir ikki longur við Kyndli, men við EHV Aue í 2. Bundesliga.

 

Les eisini: Týskt felag við hava lyklaleikara hjá Kyndli


- Hørður fekk ein fyrispurning um at koma til Týsklands at spæla í næstbestu deildini, og hann tók av, tí tílíkar møguleikar fáa spælarar sera sjáldan. Hvussu leingi hann verður har, vita vit ikki, men gongur væl hjá honum, verður hann kanska alt kappingarárið. Ið hvussu er verður hann til jólar. Vit lótu hann fara, tí hann hevði eitt brennandi ynski um at sleppa avstað, sigur formaðurin í Kyndli, Uni Arge, og heldur fram:


- Tað ávirkaði kyndilsliðið í nøkrum dystum, at Hørður fór, tí tað var óvæntað, at hann fekk hendan møguleikan við kappingarbyrjan, og hann var jú ein øgiligur styrkur hjá okkum, men vit hava framvegis eitt gott lið og ætla okkum í finalur hetta kappingarárið. Vit vunnu steypakappingina farna kappingarár og vilja vinna okkurt steyp aftur í ár, sigur hann.


Hann váttar harvið, at EHV Aue ikki hevur keypt Hörð leysan. Kappingarárið í Týsklandi er skjótt hálvrunnið og EHV Aue er á 10. plássi av teimum 20.

 

Les eisini: Kyndil og HSF í tvídrátti


Nú Hörður Fannar Sigþórsson ikki hevur spælt við Kyndli í fleiri dystir, hevur tað verið blaðungi Rune Olsen, ið hevur røkt plássið á strikuni.