Í síðsta mánaða var lutakast til U21-undankappingina til EM í 2017, og har fløskaði tað seg soleiðis, at Føroyar eru í bólki saman við Týsklandi, Russlandi, Finnlandi, Aserbaijan og Eysturríki.
Hørður Askham er ein av royndu leikarunum á U21-landsliðnum, og hóast trupla bólkin, so hevur miðverjuspælarin góðar vónir til undankappingina.
- Vónirnar til komandi kapping eru góðar, sjálvt um vit eru í einum truplum bólki. Hetta verður ein stór avbjóðing fyri okkum. Øll hini londini í bólkinum eru sera sterk, og serliga verður tað avbjóðandi ímóti Týsklandi, Russlandi og Eysturríki. Men um viljin er til staðar, so ber alt til, sigur Hørður við heimasíðuna hjá FSF.
Fyrsti dystur hjá føroyska U21-landsliðnum verður á heimavølli 15. juni, tá ið Aserbaijan vitjar í Føroyum. Í 2007 megnaði føroyska U21-landsliðið at vinna 1-0 á heimavølli ímóti júst Aserbaijan.
Fyrireikingarnar hjá hópinum eru ávegis at fara í gongd. Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze, U21-landsliðsvenjarar, hava boðsent 32 leikarar til venjingarlegu í høvuðsstaðnum seinni í vikuni.
Leikararnir eru hesir:
Magnus Egilsson, AB
Hørður Askham, B36
Andrias H. Eriksen, B36
Gestur Bogason Dam, B36
Benjamin Heinesen, B36
Jóhannes Hansen, EB/Streymur
Andras Ó. Olsen, EB/Streymur
Jákup Højgaard, EB/Streymur
Rasmus Dan Sørensen, EB/Streymur
Heri E. Kjærbo, FC Suðuroy
Búi Egilsson, FC Suðuroy
Poul Ingason, HB
Poul N. Mikkelsen, ÍF
Leivur Joensen, ÍF
Hallgrím G. Hansen, ÍF
John D. Gudjohnsson, ÍF
Petur Andreassen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Tórur Justesen, KÍ
Fríði Sigurðsson, KÍ
John J. Frederiksen, Nexø BK (DEN)
Hákun Edmundsson, NSÍ
Haraldur R. Højgaard, NSÍ
Meinhard E. Olsen, NSÍ
Betuel Hansen, Silkeborg IF (DEN)
Teitur J. Olsen, TB
Eirikur M. Ellendersen, TB
Patrik Johannesen, TB
Heini M. Mortensen, TB
Jonas Gejel Hansen, Varde IF (DEN)
Philip Djordjevic, Víkingur
Elias Rasmussen, Víkingur