Fyrr í dag skrivaði in.fo, at Hørður Askham(B36) fær ein dyst fyri reyða kortið móti Víkingi, meðan Jákup Johansen(Skála) og Bárður J. Heinesen(KÍ) hava fingið tveir dystir fyri síni reyð kort.
Les eisini: Hørður fekk ein dyst leikbann
Nú siga keldir í FSF, at Hørður Askham helst fær fleiri enn tann eina dystin í leikbann. Orsøkin er, at dómarafrágreiðingin frá dystinum í Gundadali millum B36 og Víking ikki er komin fram ella viðgjørd enn.
Sum skilst, so kann væntast, at Hørður fær ein ella tveir dystir afturat tí eina dystinum, sum eitt reytt kort altíð útloysir.
Leikbannini hjá Jákupi Johansen og Bárði J. Heinesen standa við, tí hare r dómarafrágreiðingin komin inn, og viðgjørd.