Hørður Askham skiftir HB út við AB

Betri deildi  menn: Hørður Askham verður ikki at síggja á liðnum hjá HB aftur í ár

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hørður Askham (t.h) í dysti móti Víkingi

Hørður Askham verður ikki at síggja í HB-búnanum meira hetta kappingarárið. Hann skiftir til danska felagið AB, har hann hevur gjørt ein tvey ára sáttmála, boðar HB frá.

 

Síðani hann kom aftur til HB í 2019, er tað blivið til 116 dystir og 8 mál á besta liðnum. Hesi árini hevur hann eisini bitið seg fastan á landsliðnum, har tað higartil er blivið til 11 A-landsdystir. Harumframt er eitt FM-heitið og tvey Løgmanssteyp komin til høldar.

 

– Eg havi notið hvørt sekund eg havi spælt við HB, og tað hevur verið ein ótrúlig uppliving at umboða felagið í næstan 5 ár. Eg vil gjarna takka fólkunum runt um felagið, liðfelagum, venjarum, liðleiðarum og ikki minst viðhaldsfólkunum fyri eina fantastiska tíð. Eg komi at fylgja væl við HB í framtíðini, og vóni at nógv steyp koma afturat, sigur Hørður Askham við heimasíðuna hjá HB.

 

Hetta er fyrsta almenna frágongdin í HB í summar, men tað tykist púra vist at Daniel Johansen skiftir til Thisted FC í triðbestu deildini í Danmark, meðan Tipsblaðið hevur sent Mads Brochers til svenska fótbólt. Bara skiftið hjá Hørði Askham er alment higartil.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Hørður Askham (t.h) í dysti móti Víkingi