Hørð revsing fyri eftirgjørd atgongumerki

»Revsingin fyri skjalafalsan er bót ella fongsul upp til tvey ár,« sigur vakthavandi á løgreglustøðini í morgun

Løgreglan hevur tikið brotsmenninar, ið hava eftirgjørt atgongumerki til Voxbotn. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini eru beint omanfyri tjúgu atgongumerki eftirgjørd, og løgreglan hevur fingið hendur á teimum, ið ikki longu eru seld. Sambært brotsmonnunum eru bert tvey eftirgjørd atgongumerki seld, men løgreglan veit ikki við vissu, um talan kann vera um fleiri. 

 

Eftirgerð av atgongumerkjum kemur undir skjalafalsan, ið revsilógin fevnir um. Verða brotsmenninir dømdir sekir, kunnu teir vænta sær harða revsing. 

 

- Skjalafalsan verður revsað hart. Revsingin fyri skjalafalsan er bót ella fongsul upp til tvey ár. Nú gongur málið sína vanligu gond, 

 

sigur vakthavandi við in.fo í morgun. Hann leggur afturat, at løgreglan ikki ofta hevur slík mál um hendi. 

 

- Skjalafalsan er eitt álvarsamt brot á revsilógina, og tí síggja vit ikki ofta slík mál. Tó hava onkrir tilburðir verið seinnu árini, sigur vakthavandi at enda.