Hørð kapping millum Runavík og Fuglafjørð

- Í fjør setti Runavíkar havn met í inntøkum, og árið í ár verður eisini gott, sigur borgarstjórin.

Árið 2014 var metár hjá Runavíkar havn, tá ræður um inntøkur. Inntøkurnar vóru slakar 15 miljónir krónur, sum er á leið tað sama, sum inntøkurnar hjá Fuglafjarðar havn.

 

- Við kendu fyritreytunum var einki, sum bendi á, at Runavíkar havn fór at fáa somu inntøkur í 2015 sum árið fyri. Í ár var ikki væntandi, at nakað oljuvirksemi fór at vera og einasta flutningsfelag, sum hevur brúkt Runavíkar havn sum støð í millumlandasigling - Fresh Link - var farið av knóranum.

 

Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur, at kortini hevur vøksturin á øðrum mótum havt við sær, at árið 2015 á inntøkusíðuni fer at hildnast eins væl og 2014.

 

Russiskir trolarar og farmaskip hava verið títtari á fjørðinum enn árini frammanundan. Hetta hevur verið eitt sera gott og vaksandi íkast hjá Runavíkar havn.

 

- Skipini fiska serliga sild, makrel og svartkjaft úr kvotum í føroyskum og altjóða øki - og fyri at spara tíð og orku flyta teir veiðina til Ruslands og partvíst til Afriku við farmaskipum.

 

Borgarstjórin vísir á, at tað eru feløgini, Faroe Agency og Faroe Ship, sum eru umboðsfeløg hjá russum, og hann heldur, at kvoteringarnar fyri 2016 skuldu verið grundarlag fyri væl av slíkum vitjanum í komandi ári eisini.

 

- Lokala flutningsfelagið, Frakt & Sand, hevur eisini havt ein vaksandi flutning til havnina. Nógv økt byggivirksemi í landinum ger, at teir, umframt siglingina millum onnur lond, eisini hava lagt seg eftir at koma henda vegin við vøru til tann vinnusektorin.

 

Men, tað er ikki bara í Runavíkar-økinum, at vøksturin hevur verið. Meira virksemi hevur eisini verið við bryggjuna á Skála í ár og harvið eisini hjá skipasmiðjuni Mest og El-Service.

 

- Í Funningsfirði hevur nógv virksemi verið á timbur- og plattaverksmiðjuni hjá felagnum, Atlantshav. Felagið hevur bygt út á landi og flytir nú alla rávøruna beinleiðis úr Baltalondum til bygdar og hevur hetta vaksið munandi um inntøkurnar í Funningsfirði.

 

Magnus Rasmussen leggur aftrat, at alingin hjá Bakkafrosti á Funningsfirði gongur sína gongd, og ein spennandi roynd á Funningsfirði er taraalingin, sum enn er á royndarstigi.

 

- Í Oyndarfirði hevur Marine Harvest ongan fisk tikið í ár, men væntandi verður fiskurin í ringunum tøkubúgvin í 2016, leggur borgarstjórin aftrat.