Tveir Facebookbólkar kappast um at vera fyri og ímóti ætlaðu útbyggingini hjá Tórshavnar havn við Skansan.
Í morgin fara Grækaris Djurhuus Magnussen og Øssur Winthereig at handa Tórshavnar býráð undirskriftir, sum eru savnaðar á Facebook, sum mótmæla ætlaðu útbyggingini av Tórshavnar Havn við Skansan.
Men ein annar Facebookbólkur er eisini stovnaður, sum er fyri ætlaðu útbyggingini. Í løtuni er sera javnt millum partanarnar. Tey sum eru fyri eru ímóti eru í skrivandi stund 810, meðan tey, sum eru í móti eru 803. Í prosentum er støðan tann, at 50,2 prosent eru ímóti ætlanini, meðan 49,8 prosent eru fyri.
Tá vit skrivaðu um bólkarnar í gjárkvøldið, var munurin heldur størri. Men støðan kann broytast til í morgin.
Facebookbólkarnir eru hesir:
Mótmæla ætlanini: TRÝST HER
Stuðla ætlanini: TRÝST HER