Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ tóku móti oddaliðnum, EH Aalborg á heimavølli í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
EH Aalborg vann ein greiðan 28-21 sigur. Í steðginum var útiliðið á odda 12-10.
EH Aalborg hevur fult stigatal, 30 stig fyri 15 dystir.
Marita bleiv noterað fyri eitt mál í kvøld.
HØJ er nummar átta í deildini við 14 stigum fyri 15 dystir.
Komandi sunnudag spælir HØJ móti Ejstrup/Hærvejen á útivølli.