Aftaná at hava vunnið 16 dystir á rað í næstbestu donsku hondbóltsdeildini gekk ikki longur hjá landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen og liðfeløgunum í HØJ. Í dag vóru teir fyri fyrsta tapinum.
HC Aarhus uttan Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, ið eru uttanfyri við skaða, vann á heimavølli 32-31 á HØJ.
Í seinasta sekundinum av dystinum sendi Sebastian Jensen eitt brotskast í netið til støðuna 32-31, og so kundu liðfelagarnir hjá Teis og Peter stórfegnast um at hava tikið ein stóran skalp.
HØJ er framvegis oddalið í deildini, nú við 32 stigum fyri 17 dystir. Aarhus hevur 31 stig, men teir hava leikt 18 dystir. Nummar trý er Skive við 29 stigum fyri 18 dystir.
Pauli og liðfelagarnir hava níggju dystir eftir at leika í grundspælinum, meðan Aarhus og Skive hava átta dystir eftir at leika. So HØJ hevur enn lagnuna í egnum hondum.
Fremsta liðið aftaná lokið grundspæl flytur beinleiðis upp í bestu deildina. Nummar tvey og trý spæla uppflytingardystir.