Høgur vøkstur skal burtur í kirkjugørðum

- Um ikki verður gjørt eftir hesi áheitan, tekur kommunan vøksturin burtur, siga tey í Sunda kommunu

Í Sunda kommunu hava tey nú eina serliga áheitan á sínar borgarar.

 

- Heitt verður á borgarar í kommununi, sum eiga trø og annan høgan vøkstur í einum av kirkjugørðunum, um at taka tað burtur, áðrenn várvøksturin byrjar.

 

Í kommununi siga tey, at um ikki verður gjørt eftir hesi áheitan, tekur kommunan vøksturin burtur.

 

- Samtykt varð á býráðsfundi hin 23. mars í ár at loyva teknisku deild at taka trø og høgan vøkstur burtur, sum ikki fylgir ásetingini í reglugerðini fyri kirkjugarðarnar.

 

Í reglugerðini fyri kirkjugarðarnar í Sunda kommunu, sum kom í gildi hin 1. juni 2021, stendur, at “í ongum føri er loyvt at planta høgan vøkstur, heldur ikki trø ella trævøkstur, sum kann breiða seg til onnur gravstøð.”