Høgtíðin argar makrelfiskiskapin

Nógvu halgidagarnir og ógreiða um formlig viðurskifti við ES ger, at Fiskiveiðueftirlitið ikki fer at útskriva fiskiloyvi eftir makreli í ES-sjógvi fyrr enn út í januar.

Tað er í dag, at Fiskiveiðueftirlitið skuldi verða liðugt, at viðgera umsóknirnar at fiska makrel í ES-sjógvi.

 

Les eisini Makrelloyvi í ES-sjógvi viðgerast í dag

 

Men í dag boðar Fiskiveiðueftirlitið frá, at orsaka av nógvum halgidøgum seinastu tíðina, megnar Fiskiveiðueftirlitið ikki at avgreiða umsóknirnar innan 1. januar.

 

- Fyri at allar umsóknir kunnu viðgerast eins og á nøktandi hátt, og fyri at formligu viðurskiftini við ES eru klár, tá loyvini verða útskrivað, verða loyvini ikki klár at skriva út fyrr enn í aðru viku í januar, skrivar Fiskiveiðueftirlitið.

 

Av Fiskiveiðueftirlitinum verður sagt, at tað serliga eru halgidagarnir, sum arga, við tað at torført er at samskifta við ymiskar myndugleikar, tá so nógvir frídagar eru. Tískil eru ávís viðurskifti ikki komin í rættlag, hvørki hvat viðvíkur kunngerðini frá landsstýrismanninum ella formligu viðurskiftunum við ES.