Høgraradikalu stóra framgongd í Finnlandi

Val er í Finnlandi í dag. Lítil ivi er um, hvør verður størsti flokkur, men hørð kapping er um annað plássið.

Finnar skulu í dag á ríkisdagsval at velja sær politisku leiðsluna komandi fýra árini.

 

Veljarakanningarnar gera mest sum greitt, at sentrumsflokkurin fer at vinna valið. Í seinastu veljarakanningini hjá finska kringvarpinum, YLE, fær flokkurin 24 prosent av atkvøðunum.

 

Samlingsflokkurin, ið vann valið í 2011, lá á øðrum plássi í veljarakanningini, við 16,9 prosentum, men tætt í hølunum á teimum liggur nú høgraradikali flokkurin Sannfinnarnir. Sannfinnarnir hava havt ein sterkan innspurt, og undirtøkan í veljarakanningum er økt frá 14,6 prosentum til 16,7 prosent seinasta mánaðin. Finski Javnaðarflokkurin er á fjórða plássi, við 15,1 prosentum av atkvøðunum.

 

Bæði Samlingsflokkurin og Sannfinnarnir royna at gera veljaranum greitt, at næst størsti flokkurin eisini endar í stjórnini, men Juha Sipilä, formaður í Sentrumsflokkinum og allarhelst komandi forsætismálaráðharrin, hevur ferð eftir ferð sagt, at valúrslitið ikki verður avgerandi, men samráðingarnar eftir valið.

 

Eftir valið í 2011 tók tað nýggja forsætisráðharranum, Jyrki Katainen úr Samlingsflokkinum, tveir mánaðir at skipa nýggja stjórn. Serliga var tað góða úrslitið hjá Sannfinnunum, ið gjørdi tað torført at skipa nýggja stjórn. Úrslitið var tað, finnarnir doyptu ein six-pack, har seks flokkar sótu í stjórn saman, Samlingsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Vinstri, Teir Grønu, Svenski Fólkaflokkurin og Kristdemokratarnir.

 

Líkt er til, at sannfinnarnir fáa eitt enn betri úrslit í ár. Seinastu árini hava høgruradikalu flokkarnir fingið størri og størri undirtøku og ávirkan í Norðurlondum. Dansk Folkeparti var stuðulsflokkur í stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen, Fremskrittspartiet er trið størsti flokkur og partur av minnilutastjórnini í Noregi og í Svøríki gjørdust Svøríkidemokratarnir eisini trið størsti flokkur við valið í fjør, tó uttan at sleppa í stjórn.

 

Góða úrslitið hjá Sverigedemokraterna í Svøríki skapti eisini høvuðbrýggj fyri hinar flokkarnar, og leingi var líkt til, at neyðugt varð at útskriva nýval, tí støðan millum blokkarnar báðar var læst. Svøríkidemokratarnir feldu eisini fíggjarlógini hjá Stefan Löfven, forsætisráðharra. At enda tóku vinstru- og høgruflokkarnir seg saman skaptu grundarlag fyri eini virkandi stjórn, ótengd at Svøríkidemokratunum.