Høgni: Vit vóru klárir frá byrjan

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Málið hjá Høgna Eysturoy í fyrsta minutti gjørdist altavgerandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við "match-vinnaran" hjá B36, Høgna Eysturoy, sum longu í fyrsta minutti skoraði sigursmálið, sum gjørdi, at B36 vann 1-0 á FC Suðuroy á ovara vølli í Gundadali í dag.

 

Høgni er sera fegin um, at hann og liðfelagarnir vóru klárir frá byrjanini, og kundu fanga FC Suðuroy á skeiva beininunum so tíðliga í dystinum. Tað eina málið gjørdist munurin millum liðini. Høgni staðfestir tó, at FC Suðuroy legði eitt framúr gott, taktiskt avrik fyri dagin, har teir bláu úr sunnaru helvt í Suðuroy stóðu væl. 

 

Fremst í ljóðbrotinum hoyrist frásøgnin hjá Tróndi Arge av 1-0 málinum. Viðmerkjari á Rás2 í dag var Eli Hentze.