Mikudagurin var góður hjá 16 ára gamla Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavági, ið er ein av tíggju, sum í hesum døgum kappast um FM heitið í talvið fyri einstaklingar. Høgni vann fulla úrtøku úr báðum umførunum, og nú kappingin er seks umfør gomul, hevur hann framvegis fulla úrtøku og er greitt á odda.
Næsti kappingarneytin er Martin Poulsen. Undan mikudegnum var munurin millum teir báðar fremstu ½ stig, og nú er hann eitt stig. Martin Poulsen vann fyrra talvið í dag ímóti Rana Baldursson, men í kvøld endaði tað javnt, tá ið hann dystaðist ímóti Hans Kristian Simonsen.
Í dag vann Høgni Egilstoft Nielsen ímóti Heiðriki T. Jacobsen, og í kvøld vann hann á Ólavi Simonsen, sum hevur verið mettur at vera ein av teimum, ið kundi geva Høgna dygga mótstøðu.
Nú tað resta trý umfør er Høgni Egilstoft Nielsen eitt stig undan Martini Poulsen. Lutakastið lagaði tað soleiðis, at teir báðir hittast í síðsta umfarinum, sum verður fyrrapartin leygardagin.
Á triðja plássi er Rógvi Egilstoft Nielsen, sum í fyrra talvinum í dag telvaði remis ímóti Ólavi Simonsen, og sum í kvøld vann á Rana Nolsøe.
6. umfar
Rani Baldursson-Heiðrikur T. Jacobsen 0-1
Ólavur Simonsen-Høgni Egilstoft Nielsen 0-1
Rani Nolsøe-Rógvi Egilstoft Nielsen 0-1
Tummas Martin Sólsker-Margar M. Berg 1-0
Martin Poulsen-Hans Kristian Simonsen ½ - ½
Støðan eftir 6 umfør
Høgni Egilstoft Nielsen 6 stig
Martin Poulsen 5 stig
Rógvi Egilstoft Nielsen 4 ½ stig
Hans Kristian Simonsen 4 stig
Ólavur Simonsen 3 ½ stig
Rani Nolsøe 2 ½ stig
Heiðrikur T. Jacobsen 1 ½ stig
Tummas Martin Sólsker 1 ½ stig
Rani Baldursson 1 stig
Margar M. Berg ½ stig
7. umfar hósdagin klokkan 14
Hans Kristian Simonsen-Rani Baldursson
Margar M. Berg-Martin Poulsen
Rógvi Egilstoft Nielsen-Tummas Martin Sólsker
Høgni Egilstoft Nielsen-Rani Nolsøe
Heiðrikur T. Jacobsen-Ólavur Simonsen
Mynd: Høgni Egilstoft Nielsen vann í kvøld ímóti Ólavi Simonsen