Høgni sáttmála í Danmark

29 ára gamli fuglfirðingurin skal spæla við FC Jammerbugt fram til ársskiftið

 

 

29 ára gamli Høgni Madsen, sum í ár hevur spælt við EB/Streymi, skal nú royna seg í donskum fótbólti.

 

Heimasíðan hjá Jammerbugt skrivar, at Høgni fer at spæla við FC Jammerbugt restina av hesum árinum. Jammerbugt er felag, sum heldur til í Hjørring, sum liggur nakað norðanfyri Aalborg. Høgni er í lestrarørindum í Aalborg, og tí heldur hann, at Jammerbugt er eitt gott val hjá sær.

 

- Persónliga vil eg fegin mennast sum spælari, og vónandi fái eg eisini nakrar dystir í mín part. Eg veit væl, at eg skal venja meg við at spæla á grasi og við umstøðurnar annars fyrstu tíðina. Men eg trívist væl, lagið í hópinum er gott, og ikki minst er tað gott, at vit vinna á vøllinum, sigur Høgni Madsen við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Nú fýra dystir eru spældir av kappingarárinum, er Jammerbugt á odda í 2. division vest, har teir hava 10 stig. Ein av spælarunum í hópinum er Martin Meldgaard Pedersen, sum fyrru hálvu í fjør spældi við B36.