Høgni og Eli 50 prosent úrtøku

Tað hevur gingið misjavnt hjá føroysku luttakarunum í NM í talvi fyri børn og ung

Nú fer at líða í NM kappingini í talvi fyri børn og ung, sum um vikuskiftið er í Billund. Tvey umfør eru eftir, og tey eru á skránni í dag.

Úrtøkan burtur úr fýra teimum fyrstu umførunum hevur verið misjøvn hjá teimum tíggju føroyingunum, sum luttaka í kappingini.

Størstu úrtøkuna higartil hava Høgni Egilstoft Nielsen (1997-1998) og Eli W. Finson (1999-2000) vunnið. Teir hava báðir tvey stig ella 50 prosent úrtøku.

 

mynd: www.skoleskak.dk