Høgni Madsen verður ikki HB’ari

Hóast tað var nær við, so verður Høgni Madsen ikki at síggja í HB

Høgni Madsen váttar fyri in.fo, at hann verður ikki í HB komandi kappingarár. Tað var annars líka við, at miðvallarin gjørdi sáttmála við HB, sum hevur framt nakar skiftingar í vetur.

 

Les eisini: Høgni Madsen helst til HB

 

Sum skilst, so hevur HB sæð Høgna Madsen sum manglandi brikkin á miðvøllinum, nú spælarar sum Heini Vatnsdal, Tróndur Jensen, Kristin R. Mouritsen og Jóan Símun Edmundsson ikki verða við í 2015. Hetta verður av nú av ongin staðfestur Høgni Madsen.

 

- Eg spæli ikki við HB í 2015, og leiti mær nú eftir øðrum felagi í Føroyum, sigur Høgni Madsen, sum ásannar, at hetta kom eitt sindur óvart á, tí flestu av feløgunum hava skipað hóparnar til komandi kappingarár.

 

HB hevur fingið tilgongd av Arnbjørn Hansen, meðan vónað verður, at Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen koma at spæla ein størri leiklut enn í 2014.