Tað verður Høgni Madsen, sum skal lyfta arvin eftir Heina Vatnsdal og Tróndi Jensen á miðvøllinum hjá HB. Tað tykist sannlíkt, at miðvallarin verður nýggjur í hópinum hjá HB til komandi kappingarár.
Les eisini: Høgni umhugsar Føroyar, Danmark og Malta
Høgni Madsen hevur fyrr víst á, at hann er sinnaður at spæla í Føroyum í 2015, men at hann vil verða partur av einum liði, sum spælir um FM. Tað manglar hann framvegis at vinna.
Tað hevur verið nakað av útskiftingum í hópinum hjá HB, eftir farna kappingarár. Heini Vatnsdal og Tróndur Jensen eru fluttir av landinum, Jóan Símun Edmundsson hevur fingið sáttmál í Vejle, meðan Kristin R. Mouritsen hevur skift til AB.
Arnbjørn Hansen er nýggjur í hópinum, umframt at felagið hevur longt sáttmálarnar við eitt nú Fróða Benjaminsen og Andrew av Fløtum. Enn er óvist hvussu verður við Teiti M. Gestsson í málinum, men um HB letur hann fara, so verður tað ikki uttan avloysara, sum í løtuni eitur Símun Rógvi Hansen.
HB hevur í eina tíð leitað eftir miðvallara og nú tykist greitt, at tað verður Høgni Madsen. Hann spældi í fyrru hálvu í fjør við EB/Streymi og seinnu hálvu Jammerbugt í Danmark. Sum skilst, so eru partarnir ikki so langt frá eini semju.









