Tá Føroya Skipara-og Navigatørfelag fer at halda sín árliga aðalfund í morgin, verður Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, gestarøðari.
Fundurin, sum verður hildin í nýggju hølum felagsins í Smærugøtu í Havn, byrjar klokkan 10. Umframt landsstýrismannin, fer eisini Esmar Joensen at greiða frá um elektronisku veiðidagbókina.
Aðalfundurin hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag verður annars hildin sambært viðtøkum felagsins við frásøgn frá formanninum fyri farna ár, framløgu og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi.
Eisini verður val av nevndarlimum, grannskoðara og tiltaksmanni, eins og limagjaldið skal ásetast. Eftir aðalfundin skipar nevndin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag seg við formanni og næstformanni.









