Tað segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, í formansrøðu síni á flokstingi hjá Tjóðveldi fríggjakvøldið:
»Og ja. At gera okkum leys av tí sonevndu donsku ríkisveitingini ella blokkinum. Tí blokkerandi blokkinum, sum vit áttu at rópt hetta løgna fyribrigdið, har flokkar í Føroyum kunnu lova føroyskum veljarum lyftir fyri danskar pengar. Heldur enn at standa sjálvir til svars og sjálvi leggja fram fyri veljaranum, hvussu vit sjálv skulu byggja okkara skipanir, vinnu, búskap og rættindi upp,« segði Høgni Hoydal, og hann helt fram:
»Ja, Sosialurin hevði eina grein í vikuni, har yvirskrivtin var, at Tjóðveldi skuldi havt kostað føroyingum 12 milliardir síðstu 20 árini!
Eg skal heilsa blaðstjóranum á Sosialinum, at hann roknar alt ov lágt. Um hann meinar við, hvat annars hevði komið inn í føroyska búskapin av tí blokkerandi blokkinum, um vit ikki av okkara eintingum skóru og fastfrystu hann og tóku hesa ábyrgd á okkum í 2001, so eru 12 milliardir alt ov lágt sett!
##med2##
Sambært svarinum, sum Tórbjørn Jacobsen fekk frá Fíggjarmálaráðnum fyri viku síðani, so hevði tann blokkerandi blokkstuðulin verið áleið 1,5 mia í dag, heldur enn góðar 600 milliónir. Tí hann hevði jú hvørt ár verið prístalsreguleraður. So talið er væl omanfyri 23 milliardir, sum vit ikki hava blokkerað okkum við av blokki seinastu 20 árini.
Og í sama tíðarskeiðið er okkara egni búskapur og tað, sum vit sjálv skapa hvørt ár, vaksið úr 7 milliardum upp í 21 milliardir. Hóast ofta vánaliga stýring og afturstig. Vit kunnu uttan himpr spyrja allar føroyingar: Hevur tað gingið verri í okkara búskapi, síðani vit skóru tann blokkerandi blokkin? Hevur okkara vinna og vælferð verið verri?«