Høgni Hoydal: - Ólavsøkan er sum ein bussur

Ein av landsins kendastu politikkarum, Høgni Hoydal, og konan, Hildur Hermansen, hava verið á ólavsøku í 28 ár á rað.

Høgni og Hildur eru altíð á ólavsøka.

 

- Meðan vit hava havt børn, hava vit verið á ólavsøku á hvørjum ári, sigur Hildur.

 

Tað er tilvitað, at Høgni og Hildur leggja sínar ætlanir soleiðis, at tey náa ólavsøkuna.

 

- Hon er ein serstakliga týdningarmikil partur av ringrásini. Hon er týdningarmikil á fleiri hættir millum annað við at halda siðvenjurnar høgar. Um ólavsøkan hevði verið tikin burtur, hevði man brotið ringin, og tað hevði kenst, at okkurt manglaði. Eitt tómrúm, sigur Høgni.

 

Ólavsøkan hjá Hildur og Høgna er rættiliga skipað bæði privat og í arbeiðsørindum.

 

- Um morgunin ólavsøkuaftan eru vit fast í føðingardag hjá einum í familjuni, sum fyllir í dag. Síðani fara vit altíð oman til ommu mína, sum er 98 ára gomul, men enn býr fyri seg sjálva. Har plaga vit at vera eini 30 fólk savnað, og tað er ógvuliga avgerandi, at vit eru við har. Vit plaga at taka myndir har hvørt ár í føroyskum klæðum, so tað er sera stuttligt at eiga myndir allan vegin upp, sigur Hildur.

 

- Man kann samanbera ólavsøkuna við ein buss, har man fer frá einum staði til eitt annað í fastari rutu. Ólavsøkudagur er rættiliga fastlagdur eisini, har tað sjálvsagt er tað politiska arbeiðið, sum fyllir nógv. Fyrst er tað skrúðgongan og tingsetanin, og aftaná tað er fundur við tingbólkinum hjá Tjóveldi, sigur Høgni.

 

Ímillum tiltøkini plaga Hildur og Høgni at ganga oman og niðan.

 

- Tað tók okkum tríggjar tímar at ganga frá kappróðrarøkinum niðan á Vaglið. Man steðgar alla tíð at tosa, men hetta er sjarman við ólavsøkuni, at øll eru blíð og glað, sigur formaðurin í Tjóveldi at enda.