Høgni Hoydal klagar løgmann

Hann vil kanna um løgmaður hevur brotið lógina

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur nú klagað løgmann fyri Landsstýrismálanevndini hjá Løgtinginum.

 

Hann vil nú hava Landsstýrismálanevndina at kanna um Kaj Leo Holm Johannesen hevur brotið lógina í sambandi við ætlanina at gera Eysturoyartunnilin.

 

Í hesum sambandi vil hann hava Landsstýrismálanevndina at umhugsa at seta ein uttanveltaðan kanningarstjóra at kanna embætisførsluna hjá løgmanni.      

 

Í hesum sambandi vil hann hava nevndina at kanna embætisførsluna hjá løgmanni í síni heild í málinum um Eysturoyartunnilin.

 

Eitt, hann vil hava nevndina at kanna, er, um tað yvirhøvur var heimild at samráðast við privata felagið um Eysturoyartunnilin og um heimild var at skriva undir sáttmálan. 

 

Somuleiðis hevur vil Høgni Hoydal hava Landsstýrismálanevndina at kanna, um heimild var at gera avtalu við privata felagið um at fáa eina millión í endurgjaldi, um so var, at sáttmálin ikki varð undirskrivaður í seinasta lagi 31. august.   

 

Harafturat vil formaðurin í Tjóðveldi hava greiði á, um løgmaður hevur røkt sína eftirlitsskyldu við Kára P. Højgaard, til fulnar og um løgmaður hevur góðtikið, at alt skuldi vera í trúnaði.

 

Hann vil eisini hava Landsstýrismálanevndina at kanna um Løgtingið fekk allar upplýsingar, sum vóru av stórum týdningi fyri viðgerðina í Løgtinginum.

 

Landsstýrismálanevndin hevur ikki enn tikið støðu til, hvussu veður við málinum.