Hóast hann hevur verið valdur á ting síðani 30. apríl í 1998 - fyri sjótt 27 árum síðani, so hevur Høgni Hoydal ongantíð roynt leiklutin sum samgongutingmaður. Men tað fer hann at royna nú. Hetta er fyrstu ferð, at hann skal umboða Tjóðveldi á tingi, samstundis sum flokkurin er í samgongu.
Tá Høgni Hoydal varð valdur á ting fyrstu ferð 30. apríl í 1998, kom Tjóðveldisflokkurin, sum hann tá æt, í samgongu saman við Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Sjálvt um Tjóðveldi tá var størsti flokkur, so fekk Fólkaflokkurin løgmann, sum var Anfinn Kallsberg. Høgni Hoydal gjørdist landsstýrismaður í sjálvstýrismálum.
Eftir valið í 2002 misti fullveldissamgongan meirilutan, men tá fekk hon Miðflokkin afturat sær, soleiðis at tey kundu telja upp í 17 og hava meiriluta á tingi. Men samgongn skrædnaði í desember í 2003, og Anfinn Kallsberg loysti øll landsstýrisfólkini hjá Tjóðveldi úr starvi.
Eftir valið 4. februar í 2008 kom Tjóðveldi aftur í samgongu, tá saman við Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum við Jóannes Eidesgaard sum løgmanni. Tá gjørdist Høgni Hoydal aftur landsstýrismaður í uttanríkismálum. Hendan samgongan helt bara til september.
Tjóðveldi var so aftur í andstøðu, og helt fram í andstøðu eftir valið í 2011. Men í 2015 varð samgonga skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, og Høgni Hoydal gjørdist landsstýrismaður fyri fjórðu ferð, hesaferð í fiskivinnumálum. Hendan samgongan helt í fýra ár, til hon tapti valið í 2019.
Eftir valið 8. desember í 2022 varð hendan samgongan endurskipað, og hesaferð gjørdist Høgni Hoydal landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum. Tað er hesum starvi, Høgni Hoydal fer úr mánadagin, tá hann verður loystur úr starvi sum landsstýrismaður.
Tá hevur Høgni Hoydal sitið sum landsstýrismaður í góð 12 ár til samans. Harvið telist hann millum teirra, sum hava sitið longst í landsstýrinum.
– Hetta hevur verið ein framíhjárættur, og eg havi verið sera fegin um arbeiðið, sum eg trívist væl í, sigur Høgni Hoydal, sum mánadagin fer frá sum landsstýrismaður.
Spurdur um tað er við sínum góða viljal, at hann nú fer frá sigur hann, at hann jú sjálvur hevur sett hetta í gongd við at leggja frá sær sum formaður í flokkinum.
– Eg stuðli av fullum huga flokkinum og teimum avgerðum, sum flokkurin tekur, sigur Høgni Hoydal, sum nú ætlar sær í Løgtingið at vera ein aktivur løgtingsmaður.
Spurdur um hetta verður eitt farvæl til politikk, og um hann kanska ikki stillar uppaftur á næsta løgtingsvali, sigur Høgni Hoydal, at tað hevur hann ikki tikið støðu til enn. Men hann ætlar sær nú aftur í Løgtingið og at gera sítt besta har fyri flokkin og fyri samfelagið, sigur hann.












