Høgni Hoydal er ikki fallin í fátt enn

Enn er spenningur í, heldur hann

- Eg skal viðganga, at tað tað sær tórført út hjá okkum. Men enn er spenningur í.

 

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, er ikki fallin í fátt enn, hóast ein uppgerð, nú 28 valstøð eru tald, vísir, at hann verður ov stuttur at fáa fólkatingssess.

 

Tjóðveldi fær góð 20 prosent av atkvøðunum, og tað eru fimm prosent færri enn Javnaðarflokkurin.

 

Sambandsflokkurin er framvegis nógv størsti flokkur, og sostatt eru ábendingarnar higartil, at tað vera Sambandi og Javnaðarflokkurin, sum endurvinna teir báðar fólkatingssessirnar.

 

Annars vístu veljarakanningarnar, at stórur spenningur fór at vera imillum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, men fyribils uppteljingin hevur punkterað tann spenningin.

 

Og Høgni Hoydal ásannar, at teirra fólkatingsmaður hongur í einum klænum tráði, tí hann sigur, at royndirnar vísa, at at rákið, sum vísir seg í teimum fyrstu valdømunum, heldur sær allan vegin.

 

Men hann heldur kortini at spenningur er í framvegis, tí Tjóðveldi er sterkt í Havnini, og tað kann broyta støðuna.