Høgni hellir til eina CEF-samgongu

Høgni Hoydal er ikki í iva, tá hann verður spurdur um samgongumøguleikar aftaná valið.

- Andstøðan er tað greiða alternativið til verandi samgongu. Tað er tó treyta av tí, at hinir flokkarnir taka støðu til tað, og taka undir við eini felags kós. Vit fara tó ikki at útiloka nakran annan møguleika.


Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, tá hann verður spurdur um hvørja samgongu hann ynskir seg til næsta val.


Ein CEF-samgonga er eisini eitt av bestu boðunum uppá eina komandi samgongu, um støði verður tikið í nýggjast veljarakanningini, ið Fynd hevur gjørt fyri Sosialin og Kringvarp Føroya. Ein tílík samgonga hevði havt nítjan tinglimir.


Spurdur um hvørji trý mál Tjóðveldi fer at leggja dent, er Høgni Hoydal greiður.


- Vit mugu seta eina greiða fullveldiskós. Harnæst ynskja vit at fremja sosialt rættvísi, og so er neyðugt, at vit geva øllum fólkum kring landið somu vinnuligar møguleikar.