Høgni góð ummæli í Týsklandi

Høgni Reistrup fær góð ummæli í týskum bløðum.

- Hansara melanko-poppur tolir enn tá heimsins undirgang, skrivar ummælarin í Musikexpress, og gevur Høgna fýra stjørnur.

 

Týski ummælarin leggur stóran dent á hetta sorgblídni og tosar um hetta løgna sorgblídni, ið smittar ein og ein ein heystardag í Berlin, sum hann heldur seg hoyra í tónunum hjá Høgna Reistrup.

 

Hann er ikki einasti týski ummælarin, ið letur seg tøla av seinastu útgávuni hjá Høgna Reistrup. Ummælarin í Sonic Seducer gevur honum eisini góð ummæli.