Høgni Thomsen, sum í mong ár hevur verið annar av deknunum við Nólsoyar kirkju, hevur nú lagt frá sær, tí heilsan er farin at bila.
Vegna kirkjuráðið og kirkjuliðið í Nólsoy takkaði Sonja Klein, prestur, hvítusunnudag Høgna fyri trúgva tænastu í kirkjuni.
Umframt at hava verið deknur, hevur Høgni eisini í nógv ár verið limur í kirkjuráðnum, og seinastu 25 árini hevur prestatilhald verið heima hjá Høgna og konuni, Onnu.
Prestur bjóðaði eisini nýggja dekninum, Evy Toftegaard Nielsen, vælkomnari.
Evy er ættað úr Fuglafirði, men hevur í sløk 15 ár búð í Nólsoy. Hon fer framyvir at røkja deknatænastuna saman við hinum dekninum, Unu Hansen, sum í meira enn tríati ár hevur lisið í kirkjuni.
Tað veit www.folkakirkjan.fo at siga, og viðheftu mynd hevur Bjørg Anfinsdóttir Toftegaard.










