Høgni Johansen skal nú standa á odda fyri Sløkki-og Bjargingarliðnum í Vestmanna.
Í samband við, at verandi sløkkiliðsleiðari, Johnny Joensen, ynskti at sleppa úr starvinum sum leiðari, samtykti Vestmanna bygdarráð á fundi tann 29. januar at seta nýggjan sløkkiliðsleiðara við Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið.
Høgni Johansen er settur í parttíðarstarv frá 1. februar í ár at rokna.
Nýggjur varaleiðara fyri Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið er Ingdor Klein Olsen, og hin varaleiðarin er Jóhan J. Vørmadal.