Høgni: Eg arbeiði við onkrum nýggjum

Leirvíksingurin Høgni Lisberg er fløguaktuellur við fløguni "Call for a Revolution", sum hevur fingið sera góða móttøku og ummæli.

Leirvíksingurin Høgni Lisberg byrjaði at gera fløgur undir egnum navni í 2003. Hann hevur nú givið seks fløgur út, og er júst nú fløguaktuellur við fløguni "Call for a Revolution", sum hevur fingið sera góða móttøku og ummæli. Hann er eisini kendur frá at sita aftanfyri trummunar í bólkinum Clickhaze, og spælur enn trummur við ymiskum bólkum eftir tørvi. Millum annað er hann at síggja handan trummusettið hjá Eivør, Orka, Høgna Reistrup og Knút Háberg Eysturstein viðhvørt. Høgni er fyri stuttari tíð síðani fluttur heim aftur til klettarnar at búgva, og arbeiðir nú við at fáa okkurt nýtt á beinini her heima.

Høgni hugleiðir um árið sum fór

 

Hvør var størsta persónliga upplivingin hjá tær í 2014?

At flyta heim aftur til Føroyar, eftir tíggju ár í Keypmannahavn

 

Hvør var størsta listarliga upplivingin hjá tær í 2014?

At gera eina nýggja plátu við góðum fólkum, har eg millum annað sjálvur stóð fyri innspælingum, og at uppliva at hetta eydnaðist væl

 

Hvat vilt tú helst gloyma í árinum sum fór?

Onkrar løtur hava verið dekan ov intensar, bæði í samband við arbeiði og flyting, og eg havi í løtum hugsað, at eg fari at ynskja at gloyma tær. Men tá eg taki samanum, so er ikki ordiliga nakað í farna árinum sum eg havi brúk fyri at gloyma. "What doesn't kill you makes you stronger!"

 

Hvar finnur tú íblástur?

Í lívsins umstøðum

 

Hvussu er tónleikapallurin í Føroyum broyttur hetta árið?

Nýggja spælistaðið í Havn, Reinsaríið, er ein stór hending í 2014 fyri Føroyska tónleikalívið. Ein nýggjur og góður pallur mitt í býnum, ið bæði tónleikarar og lurtarar hava stóra gleði av.

Annars haldi eg ikki at tað endiliga hava verið so stórar konkretar broytingar á tónleikapallinum í 2014. Nøkur rák eru í luftini, og alt flytir seg eitt sindur allatíð, vit vita bara ikki enn hvar tað fer. Kanska er tónleikapallurin í løtuni eitt sindur merktur av at vera í "bíðistøðu", tí so nógvir ósvaraðir spurningar eru í luftini. Men eg vænti at vit komandi tíðina fara at síggja meir aktiv tiltøk, heldur enn fólk í bíðistøðu. Fólk fara at taka meir í egnan barm.

 

Hvat ynskir tú fyri tónleikarar, og umstøður teirra, í nýggja árinum?

Nógvar góðar føroyskar útgávur eru ávegis, og tað verður ótrúliga spennandi at vita hvat fer at henda í 2015. Eg vóni at tað fer at gangast væl hjá øllum, ið gevur út nýggjan tónleik, við at fáa hann fram her heima og uttanlanda. Tað verður eisini spennandi at vita um loftbrúgvin fer at hjálpa í arbeiðinum at fáa føroyskan tónleik fram í útlondunum.

 

Hvørji ynskir og mál hevur tú fyri 2015?

Eg arbeiði við at fáa nøkur nýggj ting í gongd her heima, millum annað onkra nýggja lærugrein í tónlistaskúlanum. Mítt mál og ynski er at fáa gongd í hesi viðurskifti, og at tað fer at gangast væl