Høgni basti Rógva

Eftir trý umfør er Høgni Egilstoft Nielsen einsamallur á odda við fullum stigatali í FM í talvi fyri einstaklingar

Tað var brøðrauppgerð millum Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavági í kvøld í FM kappingini í talvi, sum í hesum døgum er í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Eftir stórt drama endaði tað við, at yngri beiggin, Høgni, sum telvaði við svarta fólkinum, vann.

Eina løtu sá tað út til, at Rógvi stóð betri, men tá ið hann var noyddur at lata rókin fyri at Høgni ikki skuldi fáa frúgv, so koppaði tað Høgna til fyrimunar. Fyrr á degnum vann Rógvi Egilstoft Nielsen útsetta talvið ímóti Margar M. Berg.

Eftir trý umfør er Høgni Egilstoft Nielsen einsamallur á odda við fullum stigatali. Eitt hálvt stig aftanfyri er Martin Poulsen, sum í dag vann á Rana Nolsøe. Ólavur Simonsen, sum í dag telvaði remis ímóti Hans Kristian Simonsen, er saman við Rógva Egilstoft Nielsen á fjórða plássi við 2,0 stigum.

 

 

Úrslit í 3. umfari

Tummas Martin Sólsker-Rani Baldursson ½ - ½

Martin Poulsen-Rani Nolsøe 1-0

Hans Kristian Simonsen-Ólavur Simonsen ½ - ½

Margar M. Berg-Heiðrikur T. Jacobsen ½ - ½

Rógvi Egilstoft Nielsen-Høgni Egilstoft Nielsen 0-1

 

 

Støðan eftir trý umfør

Høgni Egilstoft Nielsen 3 stig

Martin Poulsen 2 ½ stig

Ólavur Simonsen 2 stig

Rógvi Egilstoft Nielsen 2 stig

Hans Kristian Simonsen 1 ½ stig

Rani Nolsøe 1 ½ stig

Rani Baldursson 1 stig

Tummas Martin Sólsker ½ stig

Margar M. Berg ½ stig

Heiðrikur T. Jacobsen ½ stig

 

 

4. umfar verður týsdagin klokkan 17.00:

Rani Baldursson-Høgni Egilstoft Nielsen

Heiðrikur T. Jacobsen-Rógvi Egilstoft Nielsen

Ólavur Simonsen-Margar M. Berg

Rani Nolsøe-Hans Kristian Simonsen

Tummas Martin Sólsker-Martin Poulsen