Høgni á FM-kós

Høgni á FM-kóslsen vann í dag avgerandi talvið móti bróðrinum Rógva Egilstoft í sætta og næstsíðsta umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi á Giljanesi

Høgni Egilstoft vann FM-toppdystin í talvi á stórabeiggja í dag. Mynd: Jóanis Albert Nielsen

Høgni er nú eitt stig leysur av næstu kappingarneytunum, og stendur seg tí við javnleiki í síðsta umfari í morgin.

 

Tað var kovboytelving við lít, tá ið brøðurnir brustu saman í røttum FM-víggi seinnapartin. Stílurin er harður og kontantur, tað er meira sterkt heimabryggj enn gott, teoretiskt latín, eftir stuttari løtu stendur alt í einum eldi, báðir hugsa og rokna sum óðir, og eru í dýrandi tíðarneyð, longu tá fimtan leikir eru fluttir. 

 

Tað sum eftir er, endar í øgiligum skotbardøgum í húsatoftunum. Vónleyst at finna røttu leikirnar við ongum skotbrái, men spenningurin og undirhaldið er í topp, tí henda moralska FM-finalan í standardtalvi verður avgjørd í snartelving, so tað stendur eftir. 

 

Endin var, at Høgni vann við svarta fólkinum. Hann hevur nú gyltan møguleika at vinna sítt fimta FM-heiti í talvi í morgin.

 

Í síðsta umfari telva Høgni og Luitjen sínamillum. Luitjen er nú javnur við Rógva á øðrum plássi. Luitjen kann tí tryggja sær ein FM-umdyst móti Høgna, vinnur hann í morgin. Teir hava fyrr dystast um FM-heitið í umdysti.

 

Rógvi hevur í síðsta umfari Terja Petersen. Tað kann tí hugsast, at tríggir enda javnir í oddanum. Men Høgni kann avgera alt sjálvur.

 

Landsliðsbólkurin, 6. umfar (skírisdag)

 

Rógvi - Høgni 0 - 1

 

Luitjen - Ingi 1 - 0

 

Hans Kristian - Einar 1 - 0

 

Torkil - Terji 1 - 0

 

Støðan í Landsliðsbólkinum

 

Høgni Egilstoft Nielsen, ST 5½ stig

 

Rógvi Egilstoft, ST 4½

 

Luitjen Akselsson Apol, HT 4½

 

Ingi Wiberg, ST 3

 

Torkil Nielsen, ST 2½

 

Terji Petersen, KTF 2  

 

Hans Kristian Simonsen, KT 1½

 

Einar Gregersen, KTF ½

 

7. umfar (Langi fríggjadagur)

 

Høgni - Luitjen

 

Terji - Rógvi

 

Ingi - Hans Kristian

 

Einar - Torkil

 

Hinir bólkarnir

 

Í almenna bólkinum stendur nú á jøvnum millum tveir telvarar. Elias Petersen koppaði í dag Róki Davidsen, sum hevði fult stigatal eftir fimm umfør. Vert er eisini at gáa eftir, at telvari úr nýggja felagnum í Suðuroy er nummar trý fyri síðsta umfar.

 

Støðan í almenna bólkinum

 

Rókur Davidsen, KTF 5 stig

 

Elias Petersen, HT 5

 

Fríði Olsen, Suðuroy 4½

 

Í alt 17 telvarar

 

Lisa á odda

 

Í unglingabólkinum er 9 ára gamla Lisa J. Xin úr Havnar Telvingarfelag einsamøll á odda. Hon er einasta genta í unglingabólkinum, og vinnur hon FM-heitið í morgin, er hon helst yngsti FM-vinnarin nakrantíð.

 

 

 

Støðan í unglingabólkinum

 

Lisa J. Xin, HT 5

 

Hanus á Lógv, KTF 4½

 

Herbert Holm Johannesen, 4

 

Í alt 16 telvarar

 

Í veteranbólkinum eru teir komnir hálvan veg eftir fyrra kappingardagin skírisdag. Henrik W. Joensen úr Kongshavnar Talvfelag hevur lagt seg á odda við fullum stigatali - 4 stigum. Seinnu fýra umførini verða tikin í morgin.

 

FM-kappingin í talvi endar í morgin 29. mars. Byrjað verður klokkan 14:00.

 

Høgni Egilstoft vann FM-toppdystin í talvi á stórabeiggja í dag. Mynd: Jóanis Albert Nielsen