Ymsa staðni í landinum liggja gamlir bátar uttan nakran góðan og kunnu hesir bátar í onkrum føri vera til stóran ampa hjá fólki og kommunum.
Seinastu dagarnar eru vestmenningar farnir at upphøgga ein gamlan træbát úti í grótbrotinum.
Báturin hevur liðið við bryggjuna á Válinum í nógv ár. Sum skilst var hann illa farin og hevði hvørki veiðiloyvi ella navn. Tað kann tí tykjast, sum var har ikki nógv annað at gera enn at høgga hann til brenni.









