Høg mál á veðurlagsøkinum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað spurningi um veðurlagsætlanir frá Anniku Olsen

Føroyar ætla at fylgja teimum semjum, sum eru gjørdar um veðurlagsbroytingar á altjóða pallinum.

 

Tað segði landsstýriskvinnan Sirið Stenberg, Tjóðveldi, tá ið hon svaraði einum spurningi frá Anniku Olsen. Hon legði afturat, at neyvan nakrantíð fyrr eru so ambitiøs mál sett. Tí krevst, at tey verða fylgd upp.

 

Annika Olsen spurdi eisini um, hvat landsstýriskvinnan hevur gjørt fyri at gera Føroayr sjónligar á hesum økinum, men svarar Sirið WStenberg, at ein aprtur av málinum hoyrir undir landsstýrismannin við uttanríkismálum og biðjur um,a t spurningurin verður settur til Poul Michelsen.

 

Eisini vildi spyrjarin vita, um Føroyar høvdu umboð á veðurlagsráðstevnuni í paris. Tað váttaði landsstýriskvinnan og segði, at ein granskari á Setrinum umboðaði Føroyar, men at onki landsstýrisfólk var á stevnuni í paris.

 

Um ætlanirnar uma t broyta veðurlagspolitikkin segði landsstýriskvinnan:

 

-Ja, ætlanin er at eftirmeta veðurlagspolitikkin frá 2009, tí árligu útlátsuppgerðirnar frá Umhvørvisstovuni vísa okkum, at minkingin í føroyska útlátinum í ov stóran mun sveiggjar í takt við gongdina í samfelagnum annars og ikki minst, hvussu nógva olju fiskiskipini brúka.

 

-Óvist er um Veðurlagspolitikkur Føroya frá 2009 verður dagførdur ella avloystur av nýggjum politikki. Í øllum førum verður mett, at ein samsjóðing av málsøkjunum orka, náttúra, umhvørvi og veðurlag eigur at geva okkum rúm fyri nýhugsan og at seta ambitiøs mál fyri framtíðina.