Hødd og Jann eru á gáttini til at flyta upp

Hødd er eitt stig frammanfyri Ullsaker/Kisa undan seinasta leikumfarinum komandi leygardag

Jann Benjaminsen og liðfelagarnir í Hødd standa við einum gyltum møguleika at flyta upp úr triðbestu norsku fótbóltsdeildini upp í næstbestu fótbóltsdeildina.

 

Undan seinasta leikumfarinum komandi leygardag er Hødd fremst í deildini við 57 stigum. Ullsaker/Kisa er nummar tvey við 56 stigum.

 

Komandi leygardag spælir Hødd á heimavølli móti Tromsdalen, ið er er nummar átta í deildini við 35 stigum. Sama dag spælir Ullsaker/Kisa á útivølli móti Levanger, ið er nummar fýra við 40 stigum. So á pappírinum hava Jann og liðfelagarnir ein heldur lættari dyst komandi leygardag.

 

Í dag vann Hødd 2-1 á Brattvåg á útivølli. Jann kom á vøllin fyri Hødd tá 73 minuttir vóru farnir av dystinum. Robin Hjelmeseth legði Hødd á odda 1-0 beint undan steðginum. Brattvåg javnaði til 1-1 tá sjey minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, men bert tríggjar minuttir seinni skoraði Syver Skeide sigursmálið fyri Hødd.

 

Jann hevur spælt 24 dystir fyri Hødd hetta kappingarárið. Hann hevur skotið trý mál í hesum dystunum. Jann var í dag einasti leikarin í hópinum hjá Hødd, ið ikki er norðmaður.