Hodgson vil hava Cassano til Liverpool

Antonio Cassano hevur verið framherji í italska felagnum, Sampdoria tey seinnu árini, men nú er ilt komið millum hann og forsetan í Sampdoria, Ricardo Garrone.

 

Cassano verður settur á sølulistan, tá flytingargluggin letur upp aftur í januar. Sambært italskum miðlum er Liverpool favorittur til at ogna sær undirritingina hjá Cassano, tað skrivar heimasíðan givemefootball.com

 

Nýggju ánarnir hjá Liverpool, NESV hava givið venjaranum, Roy Hodgson 35 miljónir krónur at handla fyri, tá flytingargluggin letur upp aftur í januar.

 

Roy Hodgson leitur eftir einum nýggjum, offensivum spælara, og hann ætlar sær at fáa Antonio Cassano til Liverpool, men hetta verður ikki uttan kapping. Venjarin hjá Manchester City, Roberto Mancini hevur eisini Cassano á sínum ynskilista, og trúligt er, at hann leggur eitt boð inn í januar.

 

Cassano hevur áður spælt við Bari, Roma og Real Madrid. Cassano hevur spælt 19 landsdystir fyri Italia, og hevur hann skotið fimm mál í hesum 19 landsdystunum.