Tað hevur leingi ligið á ljóði, at nýggi Liverpool-venjarin verður Roy Hodgson, og nú halda ensk bløð seg vita, at almenna fráboðanin kemur í morgin.
Tað eru tvær vikur síðani, at verandi felagið hjá Roy Hodgson, Fulham, gav Liverpool loyvi at samráðast við 62-ára gamla venjaran. Hodgon var annars eisini settur í samband við enska landsliðið, um FA gjørdi av, at koyra Fabio Capello, men nú ljóðar, at hann helst verður verandi.
Hodgson hevur alla tíðina verið fyrsta valið hjá nevndini á Anfield at loysa Benitez av, sigur Ian Dennis, sum er leiðandi reportarin hjá BBC Radio 5 live.
Roy Hodgson tók við sum venjari hjá Fulham í desember 2007 og longdi sáttmálan 12 mánaðir í desember 2009. Byrjanin var trupul, men hann bjargaði Fulham undan niðurflyting kappingarárið 2007/08, og árið eftir endaði liðið á 7. plássi og luttøku í Europa League.
Europeiska ævintýrið endaði við einum finalutapi fyri Atletico Madrid, sum er nógv besta úrslitið hjá Fulham nakrantíð.
Hodgson hevur eisini verið venjari hjá Inter Milan, Blackburn, Sveits og, sum tey flestu minnast, FC København.
Avrikini við Fulham í Europa førdu til, at hann var valdur til ársins venjara av League Managers Association í mai.