Tað endaði ikki væl hjá føroyingaliðunum í tí seinasta leikumfarinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
René Shaki Joensen sat á beinkinum, tá Vendsyssel FF tapti 0-1 ímóti Hobro á útivølli í dag. Sigurin merkir, at Hobro flytur beinleiðis upp í superliguna. Vendsyssel FF hevur tó framvegis møguleikan at vinna sær uppflyting til superliguna. Men tað krevur ein samlaðan sigur í tveimum dystum ímóti antin Esbjerg ella AC Horsens. Esbjerg og AC Horsens spæla seinna dystin av teimum í morgin. Fyrri dysturin í Esbjerg endaði við javnleiki 1-1.
Vejle tapti 1-3 á útivølli ímóti FC Fredericia. Støðan í steðginum var javnleikur 1-1, men seinasta korterið tryggjaði FC Fredericia sær sigurin við tveimum málum. Tað gleðiliga var tó, at Viljormur Davidsen var aftur at síggja á liðnum hjá Vejle í dag. Sambært Vejle Folkeblad var talan um ein uppibornan sigur til FC Fredericia.
Finnur Justinussen byrjaði inni fyri Fremad Amager, sum tapti 0-2 ímóti Nykøbing á útivølli. Finnur Justinussen kom til onkran málmøguleika, men hetta var ikki dagurin hjá Fremad Amager. Í 34. minutti lobbaði Finnur bóltin hegnisliga uppum málverjan hjá Nykøbing, men tíverri fór bólturin eisini uppum málið. Í steðginum var Nykøbing á odda 1-0, og heilt ímóti dystarenda øktu teir til 2-0.
Endaliga støðan eftir 33 umfør gjørdist hendan:
1
33
20
58
2
33
12
55
3
33
12
53
4
33
1
50
5
33
-10
49
6
33
6
47
7
33
-1
46
8
33
-7
43
9
33
3
41
10
33
-3
41
11
33
-6
35
12
33
-27
24