Jólamaðurin hevur nógv nøvn kring heimin. Í Usa verður hann róptur Santa Claus, í Svøríki Jultomten, í Noregi Julenissen, í Italia siga tey Babbo Natale og í Týsklandi gongur hann undir navninum Weihnachtsmann.
Søgan um jólamannin byggir lutvíst á søguna um Sankt Nikolaus, sum var ein turksikur biskoppur, sum gav gávur til fátøk fólk. Men søgan byggir eisini á heidna søgn.
Í 1931 gjørdi Coca Cola eina lýsing við jólamanninum, har hann var í reyðum og hvítum klæðum. Hetta var ikki fyrstu ferð, at búnin hjá jólamanninum sá soleiðis út, men eftir hesa lýsing gjørdust litirnir standard kring allan heimin.
Tað verður sagt, at jólmaðurin hevur nógvar smáar nissur, sum hann kann senda ørindi fyri seg, tí hann kann ikki verða allastaðni jólaaftan.
Jólamaðurin er prúður maður, og orsøkin til tað skal verða, at honum dámar so væl at eta gott, og tá fólk seta góðgæti og annað fram til hansara, kann hann ikki lata verða við at fáa sær.
Tað hevur verið tosa nógv um, hvar jólamaðurin býr, og kapping hevur verið millum ymisk øki. Sagt hevur verið, at jólamaðurin býr á Norðpólinum, Finnandi, Ruslandi, Turkalandi og í Grønlandi.
Tað eru eitt sindur av muni, nær jólamaðurin kemur við sínum gávum í ymiskum londum. Summi brúka eisini at hanga hosu upp fyri jól, sum jólamaður so letur okkurt gott í.
Jólamaðurin er ikki vælkomin í øllum londum. Í fjør varð jólamaðurin til dømis bannaður í skúlum í Sarajevo í Bosnia, tí har halda tey ikki, at jólamaðurin skal spæla nakran leiklut í teirra jólahaldi.
Jeremy Seal skrivar í eini bók um jólamannin, at tað var í 1800-talinum, at jólamaðurin av álvara gjørdist eitt kommersielt umboð.
Um tú kundi hugsað tær at skriva til jólamannin, so kanst tú gera tað á hesari adressu: Jólamaðurin, Box 1615, 3900 Nuuk, Grønland. Sjálvboðin fólk syrgja fyri, at øll, sum skriva til jólamannin, fáa svar frá honum.