Í 2022 hendir tað fyrstu ferð í drúgvu HM-søguni, at HM-endaspælið í fótbólti verður spælt í november og desember.
Tá HM-endaspælið verður í Katar verður setanardysturin, mánadagin 21. november og finalan verður leikt sunnudagin 18. desember á Al-Wakrah leikvøllinum.
Forsetin hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, Gianni Infantino sigur, at tær ymisku fótbóltsligurnar kring heimin mugu bara rætta seg eftir hesum, og leggja skránna fyri ligurnar eftir nær HM-endaspælið verður leikt í 2022.
Enn er avgerð ikki tikin um 48 ella 32 lið fara at taka lut í HM-endaspælinum í Katar um fýra ár. Gianni Infantino boðar frá, at tann avgerðin verður tikin innan eitt hálvt ár.
Evropa fær ikki serliga stóra gleði av broytingini hjá FIFA. Hóast Evropa er nógv tann besti og nógv tann sterkasti heimsparturin tá um fótbólt ræður, so verður talið av evropeiskum liðum bara økt úr 13 liðum upp í 16 lið.
Trýstið frá heimspørtunum sum ongantíð hava gjørt nakrar serligar skreytir í HM-søguni er tó stórt, og tað førir til, at talið av liðum sum kappast í einum HM-endaspæli verður økt úr 32 liðum upp í 48 lið. Mong seta tó spurnartekin við góðskuvirði tá heili 48 lið taka lut í einum HM-endaspæli.