HM verður í Brasil

HM endaspælið í fótbólti í 2014 verður í Brasil. Tað varð greitt í dag, tá ið kolombianska fótbóltssambandið boðaði frá, at teir taka seg aftur í kappingini um at verða vertur. Harvið er tað bara Brasil, sum hevur bjóðað seg fram at hýsa HM endaspælinum.

Boðini um, at Kolombia hevur tikið seg aftur, komu ikki óvæntað. Í síðsta mánað segði FIFA formaðurin Sepp Blatter, at hann ikki metti kolombianska boðið upp á endaspælið sum annað enn almennan glantrileik. Blatter roknaði á ongan hátt Kolombia at vera skikkað at hýsa HM endaspælinum.

FIFA politikkurin er, at HM endaspælið í fótbólti skal skifta millum heimspartarnar. Í 2002 var endaspælið í Suðurkorea og Japan, í fjør var tað í Týsklandi, í 2010 verður tað í Suðurafrika.