Mohamed Salah er heilt stóra stjørnan hjá Egyptalandi, sum hevur vunnið seg til HM-endaspælið í Russlandi í summar. Í Champions League finaluni bleiv Mo Salah, sum spælir við Liverpool, skaddur í økslini og mátti út. Síðani hevur verið ivasamt, um hann fór at blíva klárur til HM.
- Vit hava góðar vónir og allar kanningarnar siga, at hann verður klárur, men vit mugu framvgis fyrireika okkum til, at hann møguliga ikki verður við, sigur Hector Cuper, landsliðsvenjari hjá Egyptalandi.
Skaðin og søðan rundanum skaðan hevur verið nógv umtalað. Liðskiparin hjá Real Madrid, Sergio Ramos, og Mo Salah stríddust um bóltin, tá teir fóru umkoll. Fleiri halda, at liðskiparin hjá Real Madrid gjørdi ov nógv av, og tí endaði tað við at Mo Salah bleiv skaddur í økslini, tá spælararnir dottu niður á vøllin.
Egyptalandi spældi í gjár málleysan javnleik móti Kolumbia í venjingarlandsdysti. Egyptalandi er í bólki saman við Uruguay, Russlandi og Saudiarabia. Fyrsti dysturin er móti Uruguay 15. juni.