AC Milan-spælarin, Ronaldinho, sum var við til at vinna HM fyri Brasil í 2002, hevur ikki verið partur av brasilska landsliðshópinum, síðani apríl í 2009.
Seinastu tíðina hevur Ronaldinho spælt sera væl fyri AC Milan, og mong hava væntað, at hann fór at verða tikin út til brasilska landsliðshópin aftur. Men tá brasilski landsliðsvenjarin, Dunga kunngjørdi teir 22 spælarnir, sum skulu verða við í hópinum, sum skal møta Írlandi í einum venjingardysti í London 2. mars, var Ronaldinho ikki at finna á listanum
Dunga hevur heldur valt Robinho, sum hevur ein leigusáttmála við brasilska liðið, Santos. Dysturin millum Ìrland og Brasil verður á heimavøllinum hjá Arsenal, Emirates Leikvøllinum.
Dunga staðfestir bara: - Allir spælarar hava ein møguleika at gerast partur av HM-hópinum. Hesaferð er Ronaldinho ikki partur av hópinum, var tann einasta viðmerkingin Dunga hevði um, at hann ikki hevur Ronaldinho við í hópinum til dystin ímóti Írlandi.
Dunga segði annars, at hann ætlaði at hava 23 mans HM-hópin hjá Brasil kláran longu í mai, hóast evstamark er fyrst í juni. - Sum tað sær út nú, so haldi eg ikki, at vit kunnu hava rúmd fyri nøkrum óvæntaðum broytingum, staðfestir Dunga.
Brasil er í HM-bólki við Norður-Korea, Fílabeinsstrondini og Portugal.