HM uttan enn ein stjørnu

Felags fyri Essien, Ballack og Drogba er, at teir allir spæla í Chelsea og eru liðskiparar hjá sínum landsliði. Nú er greitt, at John Obi Mikel heldur ikki verður við til HM í summar vega ein knæskaða. Mikel er liðskipari hjá Nigeria og er sostatt fjórði Chelsea leikarin, ið ikki verður at síggja í Suður Afrika í summar. Nýggjur liðskipari er gamla Arsenal hetjan, 33-ára gamli Nwankwo Kanu.

 

- Vit hava valt at velja John Obi Mikel frá í okkara 23-mans hópi, eftir at hann hevur sagt, at hann ikki vil seta sína fótbóltsyrkisleið uppá spæl. Hann er ongantíð orduliga komin fyri seg eftir eina skurðviðgerð í knænum, sigur ein talsmaður fyri Nigeria.

 

23-ára gamli John Obi Mikel hevur verið skaddur síðani apríl, men Lars Lagerback, landsliðsvenjari hjá Nigeria, valdi at úttaka Chelsea miðvallarin alíkavæl, við tí vón um at hann kom fyri seg til HM. Mikel hevur spælt 34 landsdystir fyri Nigeria og skorað tvey mál.

 

Fyrrverandi svenski landsliðsvenjari, Lars Lagerback, hevur í hansara stað úttikið Brown Ideye, ið til dagliga spælir við Sochaux í fraklandi.